Ice Cube
O'Shea Jackson (føddur 15. juni 1969) betri kendur við sínum kunstnaranavni Ice Cube er ein amerikanskur rappari, sjónleikari, tónleikaframleiðari, filmframleiðari, leikrithøvundur og leikstjóri. Hann byrjaði lívleiðina sum ein limur í hip-hop bólkinum C.I.A. og seinni gjørdist hann partur av N.W.A (Niggaz Wit Attitudes). Eftir at hann var givin í N.W.A í desember 1989 bygdi hann við hepni upp eina solokarrieru innan tónleik og eisini sum rithøvundur, leikstjóri, sjónleikari og framleiðari í biografum. Harafturat hevur hann verið ein av framleiðarunum av Showtime sjónvarpsrøðunum Barbershop og TBS røðunum Are We There Yet?, ið báðar eru grundaðar á filmarnar, har ið hann spældi høvuðsleiklutin. Í juli 2014 hevur Ice Cube selt yvir 38 milliónir plátur í USA.
Ice Cube | |
---|---|
![]() | |
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 15. jun 1969 í/á Los Angeles |
Alma mater | William Howard Taft Charter High School, Washington Preparatory High School |
Starv | filmsleikari, filmsleikstjóri, tónleikari, filmframleiðari, persónsmenskuleikari, rapper, filmsrithøvundur, record producer, director, sjónvarpsleikari, sjónvarpsframleiðari |
Børn | O'Shea Jackson Jr. |
Mál | Enskt mál |
Heimasíða | https://icecube.com/ |
Dátuheiti | |
ISNI | 0000 0001 2145 2370, 0000 0003 6864 6222 |
VIAF | 100242336 |
LCAuth | n93090777 |
IMDB | nm0001084 |
Commons | Ice Cube |