I Don't Wanna Let You Go

I Don't Wanna Let You Go er eitt staklag, sum Stefanie Scott gav út í 2014. Sangurin er skrivaður av Bárður Háberg og Óla Jógvansson (Baroli Music), Neon Hitch og Stefanie Scott. Sangurin varð útgivin hin 8. apríl 2014 og videolagið hevði eisini frumsýning á Disney Channel sama dag. Vikurnar áðrenn útgávuna var sangurin hin mest eftirspurdi á Radio Disney.