Hydrogen
| |||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||
|
Hydrogen (latín hydrogenium, úr grikskum ὑδρο- hydōr- "vatn", og -γενής, -genēs, "framleiðari", upprunaliga "upphav"; symbol H), er eitt frumevni, ið hevur atomnummar 1 í skeiðbundnu skipanini.
Heitið
rættaÁ føroyskum verður evnið eisini nevnt vetni av upprunaheitinum, sum meira neyvt kundi verið umsett vatnupphav. Latínska heitið kemur av, at hydrogen er annað av teimum báðum frumevnunum í vatni. Almenna danska heitið er hydrogen, men heitið brint verður eisini brúkt. Hetta seinna navnið kemur av, at hydrogen brennir væl.
Eginleikar og eyðkenni
rættaHydrogen er tað einfaldasta grundevnið, sum til er. Tað er tað lættasta evnið, og tað er eisini tað evnið, sum mest er til av.
Hydrogen er gass við atmosferiskt trýst og vanligan hita. Frítt hydrogen finst sum hydrogenmýl, H2. Hydrogen er sera eldfimt; saman við oxygeni gevur tað vatn, H2O.
Hydrogen H finst í trimum isotopum:
- Stabilt protium ("vanligt hydrogen") (1H) við einari nukleon; einari proton. Hetta er einasti isotopur uttan neutron.
- Stabilt deuterium D (2H) við tveimum nukleonum; einari proton og einari neutron. Verður eisini nevnt tungt hydrogen.
- Radioaktivt tritium T (3H) við trimum nukleonum; einari proton og tveimum neutronum. Verður eisini nevnt supertungt hydrogen.