Hvalvíkar Streymnesar Róðrarfelag

Hvalvíkar Streymnesar Róðrarfelag er eitt føroyskt kappróðrarfelag úr bygdunum Streymnes og Hvalvík, sum varð stovnað í 1976. Bátarnir hjá felagnum eru grønir við svørtum stokkum.

Hvessingur, 6-mannafør kvinnur, á Fjarðastevnu 2012.
Hesar gjørdust nummar tvey á Norðoyastevnu 2012 við Hvessingi.
Hvessingur, 6-mannafør kvinnur á Ólavsøku 2010.

Bæði Hvessingur og Báran hava vunnið FM-heiti. Í 2020 luttekur felagið við trimum manningum í FM-róðrum; Hvessingur (6 mannafør menn), Báran (5 mannafør kvinnur) og Nísan (barnaróður).

Føroyameistaraheitið rætta

Báran, 5-mannafør kvinnur:

  • 1993
  • 1994
  • 1995

Hvessingur, 6-mannafør kvinnur:

  • 1996
  • 1998

Hvessingur, 6-mannafør menn:

  • 1978
  • 1980
  • 1988
  • 1993
  • 1994
  • 1995
  • 1997
  • 1999
  • 2014
  • 2019

Keldur rætta


Slóðir úteftir rætta

 
Wikimedia Commons logo