Huskvarna er ein býur í Jönköpings kommunu í Jönköpings län í Svøríki. Fólkatalið er umleið 21.500. Býurin liggur umleið fimm kilometrar frá Jönköping. Býurin var ein sjálvstøðug kommuna frá 1911 til 1970. Longu í 1950-árunum vaks býurin saman við Jönköping. Frá 1680 til 1757 var ein kongalig verksmiðja í býnum, sum framleiddi riflur. Verksmiðjan varð seld í 1757 til privat vinnurekandi, og helt fram við at framleiða vápn til svenska herin. Seinni gavst verksmiðjan við at framleiða riflur og fór í staðin at framleiða seymimaskinur og súkklur. Fyritøkan brúkar gamla stavimátan, sum er við q, Husqvarna.

Huskvarna

Slóðir rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


  Hendan greinin um Svøríki er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana