Hotel Tórshavn er eitt gistingarhús í Tórsgøtu í Havn. Har er eisini matstovan Hvonn og barr. Um summarið er eisini uttandura matstova og barr uttanfyri hotellið og hinumegin vegin Undir Bryggjubakka. Hotel Tórshavn nevndist fyrr Sjómansheimið. Í 2007 varð gamla Sjómansheimið høvuðsumvælt og broytti navn til Hotel Tórshavn.[1] Hotellið liggur niðast í Tórsgøtu, við vegamóti til plássið niðri í Vágsbotni, har standmyndin av Nólsoyar Pálli stendur. Miðlahúsið er hinumegin Tórsgøtu. Havnar Kirkja og Bryggjubakki eru beint yvirav Hotel Tórshavn, hinumegin Gríms Kambansgøtu.

Hotel Tórshavn er bygningurin høgrumegin.

Keldur rætta

  1. Portal.fo, Nútímansgjørt býarhotell í Vágsbotni

Útvortis ávísingar rætta