Hot Eyes var ein donsk sang-duo, sum í Danmark var betri kend sum Kirsten & Søren. Í duoini vóru Kirsten Siggaard (fødd 7. september 1954 í Slagelse) og Søren Bundgaard (føddur 4. mars 1956 í Glostrup). Søren var limur í tónleikabólkinum Sir Henry, sum luttók Dansk Melodi Grand Prix í 1983, Kirstin Siggaard luttók eisini tað árið sum einstaklingur. Árið eftir, í 1984, sungu tey bæði saman á Melodi Grand Prix, og vunnu kappingina. Tey luttóku eisini í fleiri ár á rað til donsku tónleikakappingina Dansk Melodi Grand Prix, sum tey vunnu í 1984 við sanginum Det' lige det, sum Søren hevði smíðja lag til og Keld Heick hevði skrivað tekstin. Keld Heick skrivaði eisini tekstin til allar hinar sangirnir, sum Hot Eyes framførdu á Dansk Melodi Grand Prix. Tey gjørdust nummar fýra á Eurovision Song Contest 1984, tað var besta plaseringin hjá Danmark síðan 1963. Í 1985 luttóku tey aftur í Dansk Melodi Grand Prix hesaferð við sanginum Sku' du spørg' fra no'en?, og fyri fyrstu og einastu ferð higartil, vunnu tey donsku kappingina tvey ár á rað. Níggju ára gamla dóttir Søren, Lea Bundgaard, luttók eisini saman við teimum. Tey blivu nummar 11 á Eurovision Song Contest tað árið.

Kirsten Siggaard í Stokkhólmi 2010.

í 1986 og 1987 luttóku Kirsten & Søren aftur í danska MGP, men vunnu ikki. Tey gjørdust ávikavist nummar fýra við sanginum "Sig det, som det er" og nummar fimm við sanginum "Farvel og Tak". Um sama mundi, byrjaði Kirsten sína lívsleið innan sjónleikalívið, hon spældi bæði í einum sjónleiki og í musicals, eitt nú Chess og Les Misérables.

1988 var eitt gott ár hjá Hot Eyes, tá teirra sangur, "Ka' du se, hva' jeg sa'?" vann danska MGP enn einaferð, og tað gjørdi at tey vóru tey fyrstu, sum vunnu sangkappingina 3 ferðir (Tommy Seebach gjørdi sama bragdi, tá hann vann fyri triðju ferð í 1993). Á Eurovision Song Contest 1988 (har tey vóru nevnd Kirsten & Søren og ikki Hot Eye), fingu tey eina góða plasering, tey gjørdust nummar trý, sum var besta plasering hjá Danmark í 25 ár. Kirsten var uppá vegin við sínum næsta soni, og tað sást sera væl, hon átti sonin bert tríggjar vikur eftir framførsluna.

Kirstin og Søren vóru ein duet fram til 1991, men tey góvu einki út eftir 1988. Í 1989 skrivaðu Søren og Keld Heick ein sang saman til danska MGP, hesaferð til Birthe Kjær, sum vann kappingina. Bæði Kirstin og Søren luttóku sum kórsangarar hjá Birthe, saman við Lei og Lupe Moe, sum sungu kór 10 ferðir fyri Danmark á ESC frá 1981 til 2002! "Vi maler byen rød" gjørdist nummar trý á Eurovision. Søren royndi eisini eydnuna sum tónasmiðjur í Dansk MGP í 1993 og 1999, men vann ikki. Eftir tað stovnaði hann sítt egna upptøkustudio "SB Studio" í Aalborg.

Hygg eisini at

rætta