Hornabrosma (frøðiheiti: Ciliata mustela) er vanliga í fjøruni í taranum og sjáldan djúpri enn 20 m. Hon er vanliga um 25 cm long, men verður tó upp í 45 cm. 6 sløg av hornabrosmu eru undir Føroyum. Hornabrosmur eru langar og eitt sindur tjúkkar. Umframt finnuna á lippuni hava hornabrosmur horn á gronini, millum 2 til 4 horn. Tað eru hesi hornini, sum hava givið henni navnið.

Blettuta hornabrosma er størsta hornabrosman. Hon verður upp í 60 cm long, men tann størsta, sum er veidd undir Føroyum, var tó minni og var 45 cm long. Blettuta hornabrosman er eisini at finna í fjøruni og út á 130 m dýpi.