Honshu
Land: | Japan |
Størsti býur: | Tokyo |
Hægsta fjall: | Fuji-san (3.775 m) |
Vídd: | 230.500 km² |
Fólkatal (2007): | 103.516.000 |
Íbúgvatættleiki: | 447/km2 |
Honshu (japanskt: 本州|本州, sum merkir Meginøkið) er tann størsta av teimum fýra høvuðsoyggjunum í Japan. Fólkatalið var 103 milliónir í 2005, 98,3 milliónir í 1990; í 1975 var tað 89,1 millión. Oyggin liggur sunnanfyri Hokkaido og norðanfyri Shikoku og í ein landnyrðing av Kyushu. Oyggin er 7. størsta oyggj í heiminum næst eftir Java í Indonesia. Tey flestu fólkini búgva har ið flatlendi er, umleið 25% búgva í Kantōregiónini. Tað er eisini í hesum økinum at Tokyo, høvuðsstaður Japans liggur. Stórtokyo fevnir umfrant Tokyo bý eisini um hesir býir: Yokohama, Kawasaki, Saitama og Chiba.