Holocaustdagur
Holocaustdagur er 27. januar. Undir Seinna heimsbardaga vórðu 6 milliónir jødar týndir, umframt at fólk frá øðrum minnilutabólkum eisini vórðu týnd. Fyri at minnast hendan sorgarleik er ásettur ein altjóða dagur til minnis um Holocaust. Tann 27. januar 1945 kom Reyði herurin hjá Sovjettsamveldinum til týningarleguna í Auschwitz og setti jødarnar har í frælsi. Tí var tann 27. januar valdur at vera minningardagur á hvørjum ári.