Hiplingur
Hiplingur (frøðiheiti - Phalacrocorax carbo) er stórur, myrkleittur sjófuglur við longum hálsi. Flýgur rættiliga skjótt og hægri enn skarvurin. Burturfrá er torført at síggja mun á skarvi og hiplingi. Hiplingurin toyggir hálsin frameftir og hevjar høvdið eitt vet, tá ið hann flýgur. Tá ið hann svimur ella situr, vendir nevið upp í loft. Situr mangan og lavar við veingjunum, tá ið hann hevur verið eftir føði, og veiftrar í heilum við teimum at fáa teir turrar. Seinast hiplingur hevur átt í Føroyum, var fyri 60 árum síðan, tá teir seinastu vórðu skotnir. Nú sæst hiplingur sera sjáldan. Hiplingur er partur av danska fuglalívinum.
Hiplingur | ||||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Støða | ||||||||||||||
Vísindaflokking | ||||||||||||||
|
Sí eisini
rætta