Hilmar Bech
føroyskur politikari og lærari
Jegvan Hilmar Bech (føddur 19. juli 1933 í Porkeri, deyður 18. august 2016) var ein føroyskur lærari og politikari (Javnaðarflokkurin). Hann varð útbúgvin lærari frá Haslev seminarium frá 1958, og starvaðist sum lærari í Vági 1958–1959, og síðan í Porkeri til 1999. Hann var bygdarráðslimur í Porkeris kommunu 1962–1966. Hann hevði eisini fleiri onnur almenn álitisstørv. Hann umboðaði Javnaðarflokkin á Føroya Løgtingi frá 1970–1984, valdur inn í Suðuroyar valdømi. Løgtingsformaður 1979–1980. Bech var varalimur til Løgtingið 1984–1990.
Hilmar Bech | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 19. jul 1933 í/á Porkeri |
Andaðist | 18. aug 2016 |
Starv | politikari, lærari |
Politiskur flokkur | Javnaðarflokkurin |
Dátuheiti |
Keldur
rætta- Løgtingið 150 – Hátíðarrit, bind 2 (2002), s. 258. (PDF)