Hillsborough vanlukkan
Hillsborough vanlukkan var ein vanlukka, ið hendi tann 15. apríl 1989 undir semifinaluni av enska FA-Cup. Liðini ið spældu vóru Liverpool og Nottingham Forest. Dysturin var spældur á Hillsborough stadium í Sheffield í Englandi, harav navnið á vanlukkuni kemur.
Ein trokan gjørdi at 96 fólk vórðu kroyst til deyða, og 766 vóru meiðslaði. Vanlukkan hevur seinni verið skyldað uppá ensku løgregluna fyri at lova ov nógvum fólkum inn á leikvøllin. Vanlukkan er mett at vera tann verst leikvalla/fótbóltsknýtta vanlukka í enskari søgu, og ein av heimsins verstu fótbóltsvanlukku.