Hetlands-skotskt mál

Hetlands-skotskt (enskt: Modern Shetlandic Scots (MSS)), vanliga nevnt Shetland dialect, ella stytt til "Shetland" ella "Shetlan" av hetlendingum sjálvum, er skotska dialektin, ið tosað verður í Hetlandi í dag; hon er, eins og orknoya-skotskt, ein dialekt av oyggjaskotskum (Insular Scots).

Hetlands-skotskt er runnið av skotskum dialektum, ið lágskotskir innflytarar høvdu við sær til Hetlands serliga frá økjunum Fife og Lothian seinast í 15. øld og frameftir. Hetlands-skotskt hevur nakað av norrønum í sær, arvað frá gamla málinum norn, ið varð talað í oyggjunum fram til seinnapartin av 18. øld. Tó er nógv minni av norrønum í dagligari hetlendskari talu enn ofta hildið - flestu norrønu orðini finnast í staðarnøvnum, og so onkur orð ið hava við veður og vind, plantur, seyðhald og fiskiskap, matgerð og gomul tól at gera.

Eins og doriska dialektin í Landnyrðingsskotlandi, so líkist hetlands-skotskt burturfrá dialektunum longri suðuri í Skotlandi. Tað hevur í ein vissan mun egið orðatilfar, og er í summum førum meiri gamaldags enn aðrar nútíðar skotskar dialektir. Men av tí at ongin standardur finst til at lýsa mun imillum dialektir og mál, so er ilt at siga, um hetlands-skotskt er egið mál í mun til enskt.

Leinki úteftir

rætta