Heri Joensen (tónleikari)
Heri Joensen (21. februar 1973 í Havn) er ein av Føroya eydnuríkastu tónleikarum. Heri Joensen er gittarleikari og sangari í víkingarmálmsbólkinum Týr, og hann er eisini ein av stovnarunum av felagnum Gudloysi, ið er ein áhugabólkur fyri føroyskar gudloysingar.