Helviti
Helviti er sambært Bíbliuni revsingarstaður teirra glataðu, hvagar glatað menniskju fara eftir deyða, um tey ikki hava vunnið frelsuna. Henda revsing er sambært Bíbliuni ævig eins og fólk, ið hava vunnið frelsuna, eiga ævigt lív. Orðið helviti verður nýtt sum illbøn og niðrandi orð á føroyskum og øðrum málum. Helviti verður lýst sum ein staður við brenning, eldi og stórari neyð.
Harafturat eru tað fleiri aðrir átrúnaðir, ið hava líkar frumsagnir um helviti og revsingarstaðir eftir deyða, til dømis trúðu fólk uppá helheim, ið var deyðaríki Heljar (norrøn gudinna), í heidnari tíð.