Heitvín hevur eitt hægri alkoholinnihald enn vanlig borðvín. Hetta kemst av, at alkohol verður blandað uppí undir ella eftir geringina. Alkoholinnihaldið er vanliga millum 17 og 21 rúmprosent. Heitvín skal vera meira enn 14 %, og um tað er sterkari enn 22 %, er tað spiritus. Dessertvín eru so at siga altíð heitvín og eru aloftast søt, men tú kanst eisini finna heitvín, sum eru turr.

Portvín, borðvín tilsett alkohol.
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið