Heimstaðið (Eg minnist mítt heim mín bý)
Heimstaðið er ein sangur hjá føroyska tónleikabólkinum Frændur.
Góðskutrygging Hendan grein má koma í samsvar við normin á Wikipedia smb. Wikipedia:QA |
Tekstur
rættaEg minnist mín heim, mín bý - og mína ungdómstíð,
summarkvøld, dans og aðrar løtur,
tá fullmánin flenti at tær, og elskhug' í luftini var,
í kvøld vit skulu ganga gamlar gøtur.
Nú vágin er spegilsklár, í lotinum flákrar títt hár,
gras og steinar nema tínar føtur,
her gingu vit hond í hond, mong kvøldini fram við strond,
her vit bæði festu sterkar røtur.
Á mínum cowboyjakka eitt friðarmerki stóð,
og vit sungu saman tá "All you need is love"
lívið tað var okkara - vit áttu hesa tíð,
vit høvdu egnar taknar, og vit vildu vera frí
Vit eiga eitt heim, ein bý, - men nú er ein onnur tíð,
eg sakni fjørusand og grønar fløtur
tá dagsins stíð er av, at býurin ikki svav,
men fólk tey funnu út til hugnaløtur.
Tað vakra hugtekur øll - víkirnar, eiði og fjøll
sum skaptu lív og kor, ja henda býin:
hetta var fedranna vón, í dag er ein onnur sjón;
hvat bjóðar okkum nú tann nýggja tíðin?
Eg slitið havi jakkan, har mítt friðarmerki stóð,
men inni í mær sjálvum dansa enn tey somu ljóð,
tað er nú, vit skulu liva, tað er nú, vit eiga tíð
og kærleika til heimlandið, til fólk og hendan bý.
Eg altíð vil kenna tað væl, eg elski jú haga og dal
og alt, sum í náttúru tíni dregur,
vøkur ert tú á nátt, dagurin lýsir brátt,
í ørmum mínum liggur tú og svevur.