Harry Potter og kamarið við loynidómum
Harry Potter og kamarið við loynidómum (enskt: Harry Potter and the Chamber of Secrets) er onnur bókin um unga gandakallin, Harry Potter. Hann gleðir seg til annað árið á Hogwarts, skúlanum fyri gandakynstur og galdralist, men ikki gongst, sum ætlað: í fyrsta lagi roynur onkur at forða honum at sleppa í skúlan aftur, og tá tað hóast alt eydnast, verður onki sum ætlað, tí óndar maktir gera um seg og leggja eftir næmingum av muglaraætt.