Harry Potter og fangin úr Azkaban
Eins og báðar tær undanfanu bøkurnar um Harry Potter byrjar eisini henda, tá ið summarfrítíðin er um at vera liðug. Harry gleðir seg at fara aftur til Hogwarts at ganga í skúla. Hann er spentur og glaður, tá ið hann sær vinir sínar, Ron og Hermione, aftur. Harry skal nú í triðja flokk í skúlanum, har hann lærir gandakynstur og galdralist. Men ávegis til Hogwarts, leggja tey til merkis, at alt ruggar ikki rætt. Skjótt finna tey út av, at ein stórbrotsmaður er rýmdur úr fangatippinum, Azkaban, og óhugnaligu fangavørðarnir í Azkaban eru bidnir um at koma til Hogwarts og ansa eftir næmingum, lærarum og skúla.
Í hesari bókini fær Harry nógv at vita um foreldrini hjá sær og umstøðurnar, tá ið Voldemort drap tey.