Hans Mortensen

føroyskur keypmaður, íverksetari og hondbóltsleikari

Hans Mortensen (føddur 2. september 1943 í Tórshavn, Føroyum, deyður 11. september 2019)[1], var føroyskur virkisstjóri, handilsmaður og íverksetari. Han var fyrst og fremst kendur fyri at stovna sølumiðstøðina SMS á Trapputrøðni í Havn, men var eisini viðurkendur slóðbrótari innan føroyskt handilsmál og var frá 1964 til 1976 virkin í føroyskum úrvalshandbólti.

Hans Mortensen
Hans Mortensen, 2012
Fødd(ur) (1943-09-02)2. september 1943
Andaðist 11. september 2019(2019-09-11) (aldur 76)
Bústaður Hoyvík
Tjóðskapur Føroyskur
Starv Virkisstjóri, iverksetari, keypmaður, handbóltsleikari
Virkin ár 1963 - 2007
Heimstaður Tórshavn
Hjúnafelagi(ar) Birgith Aslaugh Mortensen (g. 1964)
Marjun á Plógv (g. 2007)
Børn Elisabeth Mortensen (f. 1965)
Niels Heini Mortensen (f. 1966)
Foreldur Niels Gustav Mortensen
Ebba Mortensen
Virðislønir Móðurmálsvirðislønina 2015

Bakgrund rætta

Hans Mortensen varð føddur í Tórshavn og er uppvaksin í Frantsabrekkuni í miðbýnum. Hann er sonur handilsmannin Niels Gustav Mortensen (1913 – 1987), sum rak heilsølu og matvøruhandil í Tórsgøtu í 50’unum, og handilskvinnuna Ebbu Mortensen (1920 – 2000), sum hevði tógvhandilin P/F Ebba í Sverrisgøtu í Havn.[2] Í 1964 giftist Hans Mortensen við Birgith Aslaugh Mortensen (f. Sivertsen). Saman fingu tey dóttrina Elisabeth Mortensen og sonin Niels Heina Mortensen. Sonurin, Niels, tók við SMS-samtakinum, tá Hans Mortensen legði virkisstjórasessin frá sær og tók seg úr ognarfelagnum í 2007. Hans Mortensen giftist uppaftur við Marjuni á Plógv í 2007.

Skúlagongd og lærutíð rætta

Hans Mortensen gekk í Havnar Kommunuskúla og í Føroya Millum- og Realskúla. Síðani fór hann í bankalæru í Føroya Banka. Eftir lokna lærutíð fór hann í 1965 niður til Danmarkar at lesa á handilsskúlanum Niels Brock. Í 1967 nam hann sær endaligt handilsskúlaprógv og fann stutt aftaná starv í Magasin du Nord á Kongens Nytorv í Keypmannahavn. Her starvaðist hann sum sølumaður í tvey ár, áðrenn hann vendi heimaftur til Havnar fyri at skapa sær sín egna vinnuveg og royna at tamba karmarnar kring føroysku handilsvinnuna.

Úrvalshandbólt rætta

Átjan ára gamal gjørdist Mortensen í 1963 formaður í handbóltsfelagnum Neistin og setti seg stutt aftaná á odda fyri byggingini av Neistahúsinum í Gundadali, sum varð tikið í nýtslu árið eftir.[3]Í 1964 leikti Mortensen við á fyrsta føroyska handbóltslandsliðnum, og í 1976, sama ár sum byggingin av sølumiðstøðini fór fram á Trapputrøðni, var Mortensen venjari hjá manslandsliðnum í handbólti í C-HM kappingini í Portugal. [4].

Virkisleið rætta

Heimkomin úr Keypmannahavn rak Hans eitt skifti handilin Zanzibar í hølunum hjá foreldrunum í Sverrisgøtu. [5][6] Og í 1970 fór hann undir at skipa fyri fyrstu føroysku keypsstevnuna (einstakar royndir at skipa fyri tílíkum tiltaki vóru gjørdar í Klaksvík í 1968[7]). Hetta var byrjanin til tær mongu sølustevnurnar kring oyggjarnar næstu árini. [8] Fram til 1976 var Mortensen aðalkraftin í hesum virkseminum. Undirtøkan var stór hesi árini, og sum frá leið stóð greitt, at eftirspurningurin á føroyska marknaðinum var størri og øðrvísi, enn føroyska handilsvinnan var gjørd út til at nøkta í táverandi líki.

Miðbýurin í Havn hevði tá leingi ligið darvaður av einum alsamt vaksandi ferðslu- og byggitrýsti. Í samsvari við tálmandi býarsamtyktini frá 1972[9], vóru hugskot í umbúna innanhýsis í býráðnum, ið høvdu til endamáls at bøta um alsamt vaksandi avbjóðingarnar í miðbýnum.[10][11] Trupulleikarnir skuldu millum annað loysast við at stovnseta eina arkadulíknandi handilsgøtu sum framhald av nýggja apotekinum, sum tá var í gerð á Trapputrøðni millum R.C. Effersøes Gøtu og Tinghúsvegin. Hugsanin var at flyta partar av handilslívinum longur niðan í býin og harvið eisini veita stóran part av býarferðsluni og høpisleysu byggingini burtur úr býarkjarnanum. [12].

Tá Hans Mortensen av tilvild kom framá eitt uppkast [13] til hesa verkætlan og gjørdist varugur við ynskini í býráðnum, legði hann fram uppskot fyri býráðið um at flyta verkætlanina yvir á privatar hendur, har ein slík verkætlan eftir hansara tykki hoyrdi heima. Eftir tógvið stríð í býráðnum fekk Mortensen játtan til at byggja sítt handilshús, sum millum annað skuldi veita borgarum møguleika at ganga til handils undir einari tekju í friði fyri regni og vindi.

Bæði í og uttanfyri Tórshavnar Býráð elvdi verkætlanin til øsing. Mótstøðan var serliga grundað á trý viðurskifti: fyri tað fyrsta var verpápi Mortensens, skipaeftirlitsmaður Sofus Sivertsen, býráðslimur og formaður í Byggi- og býarskipanarnevnd Tórshavnar Býráðs um hetta sama mundið.[14] Hetta var mett sum gegnistrupulleiki og úrslitaði í, at Sivertsen setti seg sjálvan uttanfyri ávirkan í týðandi atkvøðugreiðslum og tingingum um handilshúsið.[15] Fyri tað næsta kendi táverandi handilslívið í Havn seg hótt av nýggju ætlanini og stúrdi fyri tilverugrundarlagi sínum. Fyri tað triðja bóru borgarar ótta fyri, at verkætlanin fór at vera ov stórt inntriv í býarmyndina og býarlívið. Áhugin og forvitnin vóru tó minst líka stór sum fyrivarnið.

Mortensen setti danska arkitektin Flemming Hansen at sniðgeva eitt nútímans handilshús við støði í upprunaføroyskum byggisniði. Mánadagin 26. juli 1976 læt táverandi borgarstjóri, Petur C. Christiansen, fyrsta skotið av, og mikudagin 2. november 1977 læt sølumiðstøðin hurðarnar upp fyri almenninginum.

Hans Mortensen var virkisstjóri í SMS-samtakinum frá 1976 til 2007. Mortensen læt tó longu í 1996 handilsstjórasessin frá sær til sonin Niels fyri sjálvur at hugsavna seg um virkisstjórasessin. Hans Mortensen sat sum høvuðspartaeigari í samtakinum fram til næstseinasta útbýgging stóð liðug í 2007. Tá seldi hann øll síni partabrøv til sonin, Niels. Síðani tá hevur Niels Mortensen rikið og framhaldandi ment samtakið, sum í dag fevnir um tríggjar sølumiðstøðir, tríggjar handilsketur, eina røð av handilsfelagsskapum umframt eina heilsufrøðiliga kanningarstovu (Thetis).[tørvar keldu]

Virkisleistur og visjónir rætta

Virki Hans Mortensens var eyðmerkt av bæði framtakshugi og íhaldi. Sipandi til upprunaføroysku neystini, varð sølumiðstøðin á Trapputrøðni sniðgivin sum sjey raðsettar lonir og myndar sostatt eitt framhald av føroyskum byggisiði, tó við tíðarhóskandi rúmd, byggitilfari, vøruúrvali og hentleikum innan (parkeringskjallara, tiltaks- og sølutorgi, handlum, kaffistovum, matstovum og, eitt skifti, eisini barnaparkering) – svarandi til táverandi sølumiðstøðirnar á meginlandinum.

Sami tvíbotnaði hugburðurin rann sum ein reyður, málpolitiskur tráður ígjøgnum handilsliga virksemi Hans Mortensens: føroysk handilsnøvn og handilshugtøk vórðu smíðað í samstarvi við kundafjøldina, ofta skipað sum navnakappingar. Á hendan samvirkandi hátt varð so líðandi eitt meiri rættiligt føroyskt handilsmál sett í staðin fyri táverandi danskt-føroyska blandingsmálið.

Blandingurin av framtakshugi øðrumegin og ansi fyri uppruna hinumegin kom eisini stundum til orða í almenna føroyska orðaskiftinum. Serliga tá ið orðaskiftini snúðu seg um vinnupolitikk og býarskipanarætlanir, sum Mortensen var ein natúrligur og stundum eisini umstríddur partur av, síðan SMS varð stovnsett í 1977. Serliga tvey ískoyti eru av tílíkum vavi og slagi, at tey kunnu nevnast í hesum sambandi.

Sundsdepilin rætta

12. apríl 1984 legði Mortensen fram eitt vavmikið uppskot um ein felags vitanar-og granskingardepil fyri menning og útflutning av føroyskum vørum.[16]. Uppskotið, ið vanliga verður nevnt sundsdepilin, varð tó fyri atfinningum. Serliga vóru tað løgtingsumboð fyri føroyska útjaðaran, ið bóru ótta fyri avleiðingarnar av eini tílikari miðsavnan. [17][18] Hóast fleiri tillagingarroyndir vórðu gjørdar, var tað stríðið millum útjaðaran og miðstaðarøkið, sum endaði við at koppa verkætlanini.[19]

Havnin innan fyri Stóragarð rætta

Í samstarvi við fyrrverandi býararkitekt Gunnar Hoydal og arkitektunum Mette Skjold og Ósbjørn Jacobsen fyriskipaði Hans Mortensen í 2012 verkætlanina Havnin innan fyri Stóragarð, ið var skipað sum eitt savn av fakliga grundaðum uppskotum til, hvussu miðbýurin í Havn bygnaðarliga kann mennast og varðveitast. [20]

Viðurkenning rætta

Við modernaða handilshúsi sínum slóðaði Mortensen fyri handilsvinnuligum nýbroti: SMS var ikki bara karmur um smásølu, men varð frá fyrsta degi rikið sum eitt slag av mentanarligum og sosialum miðdepli, har eitt nú listin og vinnan tóku sjáldsamt lógvatak. [21] Tað var tó fyri nýbroti sínum innan føroyskt handilsmál, Hans Mortensen gjørdist alment viðurkendur. Fyri sín nærlagda og avgjørda málpolitikk fekk hann handað Móðurmálsvirðislønina 2015. [22] Grundgevingin frá táverandi mentamálaráðharra, Bjørn Kalsø, var millum annað soljóðandi:

“Heilt frá stovnanini av SMS í 1977 hevur Hans Mortensen lurtað eftir, lagað og snøggað føroyska handilsmálið, soleiðis at tað í dag er eitt mál, vit øll við virðing hava tikið til okkara.

Við útgávum av SMS-blaðnum og øðrum lýsingabløðum hevur Hans Mortensen, langt áðrenn hetta var ásett við lóg, átt sín stóra leiklut í, at eitt føroyskt handilsmál hevur ment seg og hildið kósina” [23].

Bókmentir rætta

Justinussen, Jens Christian Svabo: Fanget i fisken? En analyse af den politiske økonomi på Færøerne i efterkrigstiden, Speciale, Roskilde Universitetscenter. Institut for Miljø, Teknologi og Samfund, 1997.

Heimildir rætta

  1. Hans Mortensen farin, vp.fo
  2. Arge, Jógvan (1. november 2012). "Hans Mortensen - Um lívsverkið á Trapputrøðni". SMS. http://pfformula.ipapercms.dk/SMS/SMSbl/SMSbl2012/SMSbloktober2012/?Page=18. 
  3. http://www.hvannrok.fo/2016/03/30/neistaeldsalin-hans-mortensen-var-framsiggin-hondboltsleidari/, lisin 29-04-2018
  4. http://www.todor66.com/handball/World/Men_C_1976.html, lisið 14-05-2018
  5. http://pfformula.ipapercms.dk/SMS/SMSbl/SMSbl2012/SMSbloktober2012/?Page=18
  6. http://www.hvannrok.fo/2017/05/30/ur-myndasavninum-nogv-eru-godu-minnini-i-sverrisgotu-13/, lisið 14-05-2018
  7. Jf. Tingakrossur nr. 29 – 26. Juli 1968, s. 4
  8. http://pfformula.ipapercms.dk/SMS/SMSbl/SMSbl2012/SMSbloktober2012/?Page=18, lisið 16-08-2018
  9. Jf. Hoydal, Gunnar: Sosialurin nr. 78 – 7. juli 1984, s. 11, lisið 15-08-2018
  10. Dagblaðið nr. 43 – 28. juli 1976, s. 4
  11. Hoydal, Gunnar: Sosialurin nr. 78 – 7. juli 1984, s. 11
  12. Hoydal, Gunnar: Sosialurin nr. 78 – 7. juli 1984, s. 11
  13. http://pfformula.ipapercms.dk/SMS/SMSbl/SMSbl2012/SMSbloktober2012/?Page=20, lisið 14-05-2018
  14. Jf. Sosialurin nr. 27 – 9. april 1975, s. 3
  15. Sosialurin nr. 37 – 24. maj 1975, s. 3
  16. Justinussen, Jens Christian Svabo: Fanget i fisken? En analyse af den politiske økonomi på Færøerne i efterkrigstiden, Speciale, Roskilde Universitetscenter. Institut for Miljø, Teknologi og Samfund, 1997, s. 134
  17. Justinussen, Jens Christian Svabo: Fanget i fisken?, s. 139
  18. Sosialurin nr. 46 - 14. april 1984, s. 19
  19. Justinussen, Jens Christian Svabo: Fanget i fisken?, s. 146
  20. Hoydal, Gunnar et al, Havnin innan fyri Stóragarð: hugsjónir og dreymar, Tórshavn 2012
  21. Sosialurin, 12. november 1987, sektion 1, s. 20
  22. http://snar.fo/tema/skaldskapur-og-midlar/modurmalid/modurmalsvirdisloen/ Archived 2018-08-22 at the Wayback Machine, lisið 29-04-2018
  23. http://snar.fo/tema/skaldskapur-og-midlar/modurmalid/modurmalsvirdisloen/ Archived 2018-08-22 at the Wayback Machine, tilgået 29-04-2018