Hans Jacob W. Hjelm
Hans Jacob Winther Hjelm er ein føroyskur sangari, tónasmiðjur og húsamálari. Hann var í læru sum húsamálari hjá Erhard Joensen í Vági og var avlærdur í 1999. Hann er úr Vági og býr eisini har. Fyrsta tónleikaútgáva hansara í egnum navni kom út á ólavsøku 2015, harafturat hevur hann givið út fleiri stakløg til Kringvarp Føroya og so eru fleiri av teimum eisini at finna á Youtube. Hans Jacob syngur á føroyskum, nakrir sangir eru týddir úr norskum ella øðrum málum, eitt nú sangurin Gulbrúnu eygu.[1] Hann hevur eisini samstarvað við skaldið Niels Petur Nolsøe úr Vági, sum hevur yrkt fleiri sangir, sum Hans Jacob hevur gjørt lag til og syngur, til dømis Smyrlasangurin, sum varð yrktur fyri at heiðra manningini á 6-mannafarinum Smyril hjá Vágs Kappróðrarfelag og Heimbygd mín.[2] Vágbingar syngja ofta Heimbygd mín, tá ein veitsla er komin at enda, og tá seinasta versið verður syngið er vanligt at øll reisast. Hans Jacob hevur spælt við fleiri ymiskum orkestrum og er í løtuni virkin í orkestrinum, Trio, saman við Jens Johannesen og Rene Jespersen og Hans Jacob Hjelm og vinmenn, teir framførdu eitt nú í Høllini á Hálsi sama kvøld um norski dansibandsbólkurin Vagabond í 2013[3]. Í 1991 var hann við til at útgeva eitt kasettuband við tónleikabólkinum Section úr Vági. Nakrir av limunum í bólkinum vóru: Hans Jacob Hjelm, sang, Rúni í Lágabø, tangentar, Knút Nielsen, ljóðmaður, Árni Joensen, guitar, Jógvan Elias Thomsen, bassguitar, Jógvan Joensen, sologuitar, Tønnes Mikkelsen, rútmuguitar og Sámal Samuelsen, trummur.[4] Í september 1991 luttók bólkurin á maraton-konsert í badmintonhøllini í Gundadali í Havn. Section varð kosin besti bólkur á konsertini av dómsnevndini, ið var Terji Rasmussen og Bartal úr Arsenik, og fekk handað eitt gávubræv á 5000 krónur.[5]
Tónleikaútgávur
rættaEgnar útgávur
rætta- 2015 Hans Jacob Hjelm
Stakløg
rætta- Heimbygd mín, tekstur: Niels Petur Nolsøe
- Gulbrúnu eygu
- Nú og so alt lívið
- VB sangurin
- Ryskidalur
- Kvøða til Vágs kappróðrarfelag (eisini kendur sum Smyrla-sangurin), tekstur: Niels Petur Nolsøe
Við á savnsfløgum
rætta- Ung um aldamótið II, Tutl, sangurin Læandi gullbrúnu eygu, sum Hans Jacob Hjelm syngur.[6]
Við Section
rætta- Section, Í lagið, 1991
Keldur
rætta- ↑ Gulbrúnu eygu á Youtube
- ↑ Heimbygd mín á Youtube
- ↑ pa.fo, Dansur við Vagabond (Noreg) og Hans Jacob Hjelm í Høllini á Hálsi[deyð leinkja]
- ↑ Nøvnini á nøkrum av limunum í bólkinum verða nevnd á hesum Youtube brotinum
- ↑ Sosialurin 24. september 1991, timarrit.fo "Hans Jacob Hjelm"[deyð leinkja]
- ↑ Tutl.fo[deyð leinkja]