Hans Hansen
Hans Hansen (føddur 14. novembur 1920 í Mikladali, deyður 8. mars 1970 í Keypmannahavn[1]), eisini kallaður Hans í Mikladali, var ein føroyskur listamálari.
Lív
rættaHans Hansen var føddur í Mikladali, á Kalsoynni.
Sum 15 ára gamla fór hann til skips, men aftaná at hava møtt málaran Jóhannes Sveinsson Kjarval í Íslandi áseti hann sær at gerast kunstnara.[2]
Hann fór til Keymannahavnar at lesa í 1949. Frá 1949 til 1953 læs hann, á Bizzie Høyers tekniskúla. Síðan frá 1953 til 1957, læs hann á tað kongaliga kunstakademi í Keypmannahavn. Har fekk hann serligan áhuga fyri freskomáling.[3]
Tá hann var liðugur at lesa, fór hann aftur til Føroyar. Og arbeiddi sum kunstnari í Tórshavn.
Stempul
rættaKeldur
rætta- ↑ Kunst Indeks Danmark: Hans Hansen. URL last accessed 2007-08-13.
- ↑ https://turistblad.info/onewebmedia/Ferdamannabladid-02-lowres.pdf
- ↑ https://turistblad.info/onewebmedia/Ferdamannabladid-02-lowres.pdf