Halgir Winther Nagata

Halgir Winther Nagata (føddur 16. oktober 1990) er ein føroyskur íverksetari og fyriskipari av tiltøkum. Umframt at virka sum íverksetari sjálvur, er hann virkin í bæði føroyska og danska íverksetara umhvørvunum, har hann millum annað hevur skipað fyri ráðstevnum. Eisini skrivar Halgir Startup Brævið, sum er eitt ókeypis tíðindabræv um íverksetan, og er vertur á Startup Podcastinum, har hann hevur samrøður við aðrar føroyskar íverksetar.[1][2]

Halgir Winther Nagata
Fødd(ur) (1990-10-16) 16. oktober 1990 (aldur 33)
Tórshavn, Føroyar
Alma mater Keypmannahavnar Universitet

Halgir hevur stovnað føroyskar heimasíður, millum annað Gaming.fo og eBillett.fo. Tann seinna bleiv seld til VOX ENTERTAINMENT.

Sum íverksetari rætta

Gaming.fo rætta

Í 2008 stovnaði Halgir heimasíðuna Gaming.fo.[3] Heimasíðan hýsir tíðindum og kjak um telduspøl á føroyskum, og hevur skipað fyri ymsum tiltøkum og kappingum.

eBillett.fo rætta

Í 2009 opnaði Halgir nethandilin eBillett.fo. Á heimasíðuni kundu fólk keypa elektroniskar billettir til ymisk tiltøk, eitt nú G! Festivalin og Summar Festivalin. Halgir seldi eBillett.fo í 2012 til VOX ENTERTAINMENT.[4] Heimasíðan er enn virkin í dag.

Scrabble á føroyskum rætta

Í 2010 arbeiddi Halgir við at týða og útgeva borðspælið Scrabble á føroyskum. Tað er eitt krossorðaspæl til 2-4 spælarar sum snýr seg um at seta orð saman á spæliplátuni.[5]

Sum fyriskipari av tiltøkum rætta

Gaming.fo Cup rætta

Gjøgnum heimasíðuna Gaming.fo skipaði Halgir í 2010 fyri Gaming.fo Cup, Føroya fyrsta esport tiltak. Har vóru kappingar í StarCraft 2, DotA og Counter-Strike 1.6. Vinnarar vóru handaðir medaljur, steyp og aðrar vinningar fyri yvir 20.000,- kr.[3]

Nebula íverksetanarráðstevna rætta

Halgir tók stig til og var fyriskipari av røðini av Nebula íverksetanarráðstevnum, sum vórðu hildnar árliga úr 2012 til 2015. Tiltøkini bjóðaðu íverksetara-áhugaðum til ein ókeypis dag við framløgum og netverking.[6]

TechBBQ startup ráðstevna rætta

Í 2015 varð Halgir settur til at standa fyri TechBBQ, sum tá var størsta ráðstevnan fyri digitalar startups í Danmark.[7] Ráðstevnan varð hildin í Opera-húsinum í Keypmannahavn, og umleið 1.000 fólk luttóku til ein dag við fyrilestrum, netverking og mati.[8]

Keldur rætta

  1. Eidesgaard, Marin (2018-04-03). "Podcast um føroyskar íverksetarar". https://kvf.fo/gmf?sid=79324. Heintað 2018-06-08. 
  2. Strøm, Oda (2018-03-28). "Nýtt podcast fortelur søgurnar hjá føroyskum íverksetum". http://portal.fo/nytt+podcast+fortelur+sogurnar+hja+foroyskum+iverksetum.html. Heintað 2018-06-08. 
  3. 3.0 3.1 Egholm, Sverri (2011-04-08). "Gaming.fo skipar fyri e-sport tiltaki". http://www.namx.fo/gamingfo+skipar+fyri+esport+tiltaki.html. Heintað 2018-06-08. [deyð leinkja]
  4. Tróndheim, Rakul (2015-05-07). "Íverksetan er ein hugburður". https://kvf.fo/roddin/greinar/2015/05/06/ungur-iverksetari-tad-ikki-ein-aktivitetur-ella-endamal-men-ein-hugburdur. Heintað 2018-06-08. 
  5. "Nebula ráðstevnan gevur innlit í íverksetan". 2015-08-05. http://portal.fo/nebula+radstevnan+gevur+innlit+i+iverksetan.html. Heintað 2018-06-08. 
  6. Mørk, Jákup (2015-08-05). "Íverksetarastevna á Reinsarínum". http://www.in.fo/news-detail/iverksetarastevna-a-reinsarinum/. Heintað 2018-06-08. 
  7. Joensen, Torleif (2015-02-26). "Føroyingur á odda fyri íverksetanarráðstevnu í Keypmannahavn". http://www.vinnuvitan.fo/foroyingur-a-odda-fyri-iverksetanarradstevnu-i-keypmannahavn/. Heintað 2018-06-08. [deyð leinkja]
  8. Carlström, Vilhelm (2016-09-20). "Denmark's TechBBQ has more than doubled in size since last year - soon it will be a new Slush". http://nordic.businessinsider.com/at-the-pace-denmarks-techbbq-is-growing-it-will-soon-be-a-new-slush-2016-9/. Heintað 2018-06-08.