Half-Life (telduspæl)

Half-Life (stílført sum HλLF-LIFE) er eitt telduspæl við science fiction-tema, skapað av Valve Corporations og útgivið av Sierra On-Line til Microsoft Windows í 1998. Tað var fyrsta spælið frá Valve og hitt fyrsta spælið í Half-Life-røðini. Spælarin spælir sum Dr. Gordon Freeman, ið má stríða og flýggja undan loyniligum granskingarstovni eftir at ein roynd miseydnast.

Half-Life
Partur av Half-Life-røðin
FramleiðariValve Corporation
ÚtgevariSierra On-Line
MotorurGoldSrc
Útgevingardagfesting19. november 1998
SlagFyrsta persóns skotspæl
PlatformarMicrosoft Windows, PlayStation 2, OS X, Linux
Half-Life-tíðarrað
Heldur fram íHalf-Life: Opposing Force

Mótsett øðrum telduspølum frá tí tíðini hevur spælaren næstan fult vald yvir Freeman, og hendingagongdin er fortald ígjøgnum eyguni hjá Freeman. Gabe Newell, samstovnarin hjá Valve, segði at arbeiðsbólkurin vildi skapa ein hugtakandi verøld í staðin fyri ein "skjótingarsalong". Spælmotorurin, GoldSrc, er eitt broytt avbigdi av Quake-motorini frá id Software.

Half-Life fekk góðir ummæli fyri teknindini, spælmekanismuni og frásøgnini. Tað vann fleiri enn 50 "ársins spæl"-prísir og verður talt ímillum hini bestu spølini nakrantíð.[1] Spælið hevur ávirkað á skotspøl nógv ár eftir at tað varð útgivið.

Half-Life fekk tvey víðkanarpakkar: Opposing Force og Blue Shift. Tann 16. november 2004 kom framhaldið Half-Life 2, ið eisini fekk sera góðir ummæli.

Keldur

rætta