Hadsund Suðurdonskum: Hadsund Syd) er eitt býarøki í Norðurjútlandi í Danmark fáir hundrað metrar sunnanfyri Hadsund á syðru síðu av Mariagerfjørðinum. Í býnum búgva 477 fólk (2014). [1] Býurin er vaksin upp fram við tí gomlu ferjuleguni við Mariagerfjørðin. Býarøkið virkar sum ein býarpartur í Hadsund á norðursíðuni av Mariagerfjørðinum. Fjarstøðan til Hadsund er tann 252 m langa Hadsundbrúgvin. Harvið er frástøðan til Hadsund meira enn 200 metrar, og Danmarks Statistik sær tí hetta økið sum eitt sjálvstøðugt býarøki. Størsta virki í býnum Byens er Rikki Tikki Company, sum eitt nú er kent fyri at gera blandt Trip Trap Nissur.[2] Umframt hesa fyritøkuna er eisini ein endurnýtsluhandil har og ein krógv, Færgekroen við einum lítlum hotelli (Hotel Syd). Býurin hevur sína egnu lítlu havn til stuttleikabátar, sum liggur við endan av Færgevej við gomlu ferjuleguna.

Tann gamla tokstøðin, Hadsund Syd Station, ið ikki er í nýtslu longur

Áðrenn 1880-árini bleiv bygdin nevnt Hadsund Huse, í 1883 varð økið nevnt Sønder Hadsund og hevði hetta navnið til 1970-árini, og hevur síðan tá verið nevnt Hadsund Syd (á føroyskum Hadsund Suður).

Bøkur

rætta

Keldur

rætta
  1. Statistikbanken Tabel BEF44
  2. http://www.rikkitikki.dk/forside/ Archived 2013-01-05 at the Wayback Machine Heimasíðan hjá Rikki Tikki Company
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið