Habo kirkja
Habo kirkja (svenskt: Habo kyrka) er ein gomul trækirkja i Habo í Skara stift í Svøríki frá umleið 1680.[1] Kirkjan verður vanliga nevnd "Träkatedralen vid Vättern". Kirkjan er bygd úr timbri og fekk sína núverandi útsjónd í 1723. Inni í kirkjuni eru málningar frá gólvi til tak, ið avmynda Luthers kristnu læru.
Møblar
rætta- Altarið av sandsteini er frá 14. øld.
- Dópfunturin av sandsteini er frá seinna partinum av 13. øld. Í 1948 varð hann aftur tikin í brúk.
- Altartalvan og prædikustólurin eru frá 1723, Jonas Ullberg hevur gjørt tey.
- Orgulfasadan er frá 1736, myndahøggarin Magnus Ullberg-Johansson úr Habo hevur prýtt. Upprunaliga hoyrdi fasadan til eitt orgul við átta røddum, sum Johan Niclas Cahman hevði gjørt. Í 1962 fekk núverandi orglið 16 stemmur, ið Olof Hammarberg gjørdi.
Keldur
rættaÁvísing úteftir
rættaSlóðir
rætta