HUÐRAR
HUÐRAR er ein føroyskur leikbólkur, sum varð settur á stovn í januar 2007 við tí fyri eyga at vera við til at menna ungu føroysku leiklistina. Tey í bólkinum samdust síðan um at seta upp gamla og navnframa leikin "Othello", ið William Shakespeare hevur skrivað. Orsøkin, til at júst "Othello" varð valdur, var hon, at Shakespeare - tó at nærum 500 ár eru liðin, síðani hann fór foldum frá - skrivaði um sera grundleggjandi menniskjalig evni og fyribrigdi. Hansara hugsanir um menniskjuna eru gamlar, men velja vit at viðgera hesar við nýggjum útlátsráðum.
HUÐRAR, uttanlands og í Føroyum
rætta2009: "Modical du théatre". Leikbólkurin varð útvaldur, sum einasti nordurlenski bólkur, at framføra Othello á heimsfestivalinum í Monako. Hetta er størsti heiður at fáa innan áhugaleik, og báðar framførslurnar á Grace Kelly Theatre fingu standandi lógvabrest.
2009: "Ísland". Framført var í Reykjavík og Húsavík í Íslandi. Ferðin ver væleydnað og ein góð upphiting til Monaco.
2009: "G! Festivalurin". Leikbólkurin frumsýndi leikin "Hann vil verda Prins Essa" á barnatiltakinum á G! Eisini vóru Huðrar við í listakrassji vid flottum búnum frá bARBARU í gONGINI og DJÒR á undirgrundini.
2009: "Othello í Norðurlandahúsinum og Mentanarhúsinum í Fuglafirði". Long tíð var liðin síðan leikurin var sýndur seinast og leikbólkurin valdi at samla pening inn til uttanlandsferðina við at sýna leikin seinastu ferð í Føroyum.
2009: "Manager og nýggjir limir". Nógvur eftirspurningur er eftir leikbólkinum uttanlands og summarið framamfyri okkum var fult bookað og kravdi nógva fyrireiking. Pauli Nielsen, fyrrverandi stjóri á venjingarskúlanum, takkaði ja til heiti sum okkara manager og hetta eru vit sera fegin um. Petur Meinhard Elleby Andersen, áhugaleikari og Jensia Høgaard Dam á klaver eru sera dugnalig og vit eru sera heppin at tey vildu verda vid í leikbólkinum.
2009: "MESS opnar heimasíðuna". Leikbólkurin framførdi brot úr Othello tá ið MESS hevði ókeypis tiltak í Reinsarínum at vísa heimasíðuna.
2008: "NEATA festival í Riga". Huðrar vóru vald av Máf at umboða Føroyar á Baltiska festivalinum í Riga, høvuðsstaðurin í Letlandi.
2008:"Leikurin Othello var sýndur í Sjónleikarhúsinum 3. - 14. mai". Sýningarnar vóru sera væl vitjaðar, og leikbólkurin fekk nógva umtalu, bæði góða og minni góða.
Keldur
rætta