Húsavíkarbrøvini

(Ávíst frá Húsavíkabrøvini)

Húsavíkarbrøvini eru savn við tilsamans 6 brøvum, ið snúgva seg um arvin eftir Guðruna Sjúrðardóttir í Húsavík. Brøvini eru at finna sum pergament (skinnbræv) í "Árnasavninum" ella savninum á Det arnamagnæanske Institut á Københavns Universitet og eru talmerkt AM fasc. 100 nr. 1a. Brøvini eru samanskrivað í eitt transskriftarbræv 3. juli 1407.

Guðrun var dóttir Sjúrð Hjalt - hvørs navn bendir á, at hann hevur verið av hetlendskari ætt - og gift við Arnbjørn Guðleiksson, einum føroyskum stórmanni. Arnbjørn er deyður í 1403. Arnbjørn og Guðrun áttu tvey børn saman, sonin Sjúrð og eina dóttur, og tá Arnbjørn doyði, arvaði sonurin ognir faðirsins, men doyr stutt eftir. Síðani arvaði dóttir Arbjarnar og Guðrunar bróður sín, men eisini hon doyr stutt seinni, og Guðrun lyftir arvin eftir mann og børn síni einsamøll. Í 1405 doyr Guðrun eisini, og hon er eftir øllum at døma tann seinasta av ættini. Húsavíkarbrøvini eru stórt sæð royndir at fáa skil á ognarviðurskiftini til hesar eftir tátíðarinnar máti sera stóru ognir.

Brøvini verða av mongum roknað sum fyrsta dømið um, at føroyskt mál er farið at menna seg so langt burtur frá tí felags norrøna málinum, at tosast kann um eitt serstakt føroyskt mál. Tó eru øll ikki á einum máli um hetta. Inngangurin verður endurgivin soleiðis:

Ollum monnum þeim sem þetta bref se ædur heyra senda Halfdan prestur Æiriksson þormodr Anndræsson sylumann j Sudræy Albrikt Simunar son Simun Albriktsson Q G ok sina kunnigt giordandi at vær saghum ok jnuirligha yfuir lasum segs opin bref med hæilum ok oskodum hangandi jnsiglium so liodandi ord fyr ordd sæm her segir.

(Q G er stytting fyri Qvedju Guðs).

Talan er um tilsamans 6 brøv, ið snúgva seg um:

1) Dómin yvir Magnus Erlingsson (Tórshavn 22. august 1403).

2) Vitnisburðin hjá Ingrið Oyvindardóttir (Viðareiði 7. september 1403). Ingrið hevur eftir øllum at døma tænt hjá Guðruni Sjúrðardóttir.

3) Vitnisburðin hjá Arnóru Arnbjarnardóttir (Húsar 7. oktober 1403). Vitnisburðurin hjá Arnóru stuðlar frágreiðingini hjá Ingrið Oyvindardóttir av Viðareiði.

4) Vitnisburðin hjá presti og tveimum løgrættumonnum í Sandoy um, at Guðrun var arvingi til góðsið í Húsavík, eftir at maður hennara og síðani sonur hennara eru deyðir (Viðareiði 22. mars 1404).

5) Játtan hjá Ragnhild Hávarðsdóttir fyri Trónda Dagfinssyni um, at Magnus Erlingsson, sonur hennara, hevur fingið umboð um ogn og leysafæ eftir Guðruna í Húsavík (Hetland 13. oktober 1405).

6) Vitnisburðin hjá presti, løgmanni og løgrættumanni í Hetlandi um, at "Ragnhild sjálv ræður fyri sínum ognum í Hetlandi".

Hans Jacob Debes er av teirri fatan, at Guðrun Sjúrðardóttir ikki er tann sama sum tann kenda hústrúgvin (ella húsfrúgvin) í Húsavík, ið kend er úr søgnunum. Hústrúgvin í Húsavík eitur sambært søgnini Sissal ella Cecilia, og er gift við Nevi, meðan tað er próvfast, at hjúnini í Húsavík eita Guðrun og Arnbjørn. Ein frásøgn vil vera við, at maður nevndur Nevur verður sendur av kongi úr Noregi at byggja Húsavíkar bygd uppaftur, og giftist hann við húsfrúnni.

Ivasamt er, hvussu tað bar til, at øll ættin í Húsavík doyr út eftir lutfalsliga stuttari tíð. Ein sannlíkur møguleiki er, at tey vórðu rakt av Svartadeyða ella av aðrari farsótt.

  • Hans Jacob Debes. Føroya søga 2. Skattland og Len. Føroya Skúlabókagrunnur, Tórshavn 1995, bls. 110-122.
  • Húsavíkarbrøvini