Høgni Mohr
Høgni Mohr (føddur í Tórshavn 8. oktober 1968) er føroyskur rithøvundur og journalistur. Bókin Fractura nasi var mest selda bók í Føroyum í 2017. Bókin varð í 2019 týdd til danskt við heitinum Rejse for livet. í 2014 var Høgni tilnevndur Geytan fyri stuttfilmin "Fall for Ewe". Í 2012 og 2019 fekk hann 6- mánaðar starvsløn frá Mentanargrunni Landsins.
Høgni Mohr | |
---|---|
Fødd(ur) |
8. oktober 1968 Tórshavn |
Starv | Rithøvundur |
Tjóðskapur | Føroyar |
Slag | Yrkisbókmentir |
Týðandi verk |
Fractura nasi, mest selda bók í 2017. Givin út á donskum í 2019. Danskt heiti: Rejse for livet. Seld til filmframleiðslu í 2018. Saga JAM, 2022 |
Tann 12. august 2018 fekk filmsframleiðarin Torfinnur Jákupsson sáttmála um rættin at gera Fractura nasi til filmhandrit.
Yrkisleið
rættaHøgni er útbúgvin maskinsmiður, hevur lisið útflutningstøkni og hevur skrivað, síðan hann var blaðungur.
Høgni hevur arbeitt fyri tey flestu føroysku bløðini og hevur eisini havt tekstir í danska Informatión og íslendska Morgunblaðnum.
Hann var í nøkur ár knýttur at Kringvarpi Føroya, í útvarpi og sjónvarpi. Høgni hevur arbeitt fyri BBC og Al Jazeera og verið vertur í náttúrusendingum hjá Vice Media, eins og hann hevur luttikið í sending hjá Huffington Post.
Høgni hevur serstakan penn. Í strembanini eftir at verða húðleyst ærligur er hann bersøgin og ósvikaligur - fyri summi ov bersøgin. Hann meistrar føroyska málið, orðini og hvussu hesi verða sett saman til heildir og brot, ið ofta ikki eru sædd áður. Stundum er Høgni sín egna royndarkanin, og hann kann tykjast at ferðast á markinum til tað destruktiva í leitanini eftir einum tindrandi sannleika fyri at seta evnið í perspektiv. Høgni er sum ein ketta, ið gongur millum fólkini í Føroyum. Stundum kelin, elskulig og enntá følin, men tó altíð sín egna [1].
Høvuðsverkið, Saga JAM, 2022
rættaÆviskaldsøgan, Saga JAM, sum Høgni Mohr skrivaði um gamla vinmann sín, Jan Allan Müller, fekk av álvara bein at ganga á eftir útgávuna ultimo septembur 2022.
Sambært mentanarredaktørinum í føroyska kringvarpinum, Inga Rasmussen, fekk bókin "brimið at bróta í føroyska dunnuhylinum":
"Bókin er um rokaliga lívið hjá Jan Allani, fótbólsspælara og vinnulívsmanni, søgd í smálutum út frá samrøðum við Jan Allan heilt frá barndómi, til Jan Allan verður dømdur fyri fíggjarsvik, og síðan at pápin doyr."[1]
Í stuttum tíðindaskrivi boðaði Jan Allan Müller beinanvegin eftir útgávuna frá, at hann ikki stóð aftan fyri bókina:
"Í farnu viku gav Høgni Mohr út bókina, Saga JAM. Sjálvur lýsir Høgni bókina sum eina æviskaldsøgu um undirritaða. Eg vil við hesum vísa á, at eg taki staðiliga frástøðu frá hesi bók."[2]
Høgni Mohr segði við Kringvarp Føroya, at:
"(...) eg havi skrivað bókina, tí eg eri rithøvundur."
Rithøvundurin segði eisini í longri samrøðu við Inga Rasmussen:
"Tað forholdið, eg havi við tann Jan Allan, sum tú tosar um - tann veruliga persónin - í sambandi við bókina, Saga JAM; tað vil eg halda fyri meg sjálvan. Men eg kann siga somikið sum, at hendan bókaútgávan hevur ikki broytt mína støðu í forhold til tann livandi persónin. Og tað er ikki mítt ørindi sum rithøvundur at útlevera persónar ella avdúka søgur. Eg havi onga hugsjón. Eg ætli mær ikki nakað ávíst; eg vil ikki vinna frama fyri nøkrum ávísum mátum at liva. Eg havi ikki nakað kall til at fremja nakað. Eg vil ikki uppnáa nakað. Tað einasta, sum eg ynski við mínum skaldskapi; tað er at taka byggisteinar úr veruleikanum og pallseta teir sum eitt slag av poesi. Og vónandi sum list, ið er leys av tí, sum bindur okkum niður til jørðina; tað eg kalli "sosial atlit", sum koma út á prenti í Føroyum."[3]
Bókmentafrøðingurin, Lydia Didriksen, segði soleiðis við Kringvarp Føroya um bókina og øsingina, ið bókin skapti - serliga á sosialu miðlunum:
"Tað, sum øsir fólk, er, at summi kenna Jan Allan Müller - tann veruliga, ikki tann fiktiva. Nógv hava ikki lisið bókina heldur. Og tey reagera út frá, at tey halda, at rithøvundurin skrivar eina biografi - eina ævisøgu, sum er pliktað upp á fakta."
Lydia Didriksen staðfesti eisini, at:
"Jan-Allan Müller í tekstinum er ikki tann sami, sum gongur millum okkum. Hann er ein fiktivur persónur; ein søgufigurur í einum søguheimi. Men tann, sum rithøvundurin skrivar útfrá, stendur í einum fólkayvirliti í onkrum býi niðri í Danmark."[4]
Sendingin, sum Kringvarp Føroya gjørdi um nýútkomna verkið, eitur Ljóarin. Hon varð send tann 29. septembur 2022.[5]
Løgfrøðingurin, Jógvan Páll Lassen, var í útvarpinum biðin at meta um tað juridiska í tí at geva eina lívssøgu uttan at hava fingið formligt vælsignilsi frá tí livandi persóninum, ið leggur navn til verkið. Jógvan Páll Lassen segði millum annað:
"Í bókini eru fleiri dømi (...) har eg haldi, at hann (rithøvundurin) fer um mark við tað, at hann fortelur um heilt privat ting, sum hava verið innanveggja í einari familju - og sum apsalutt ikki eru egnað til at koma út."[6]
Í eini morgunsending hjá Kringvarpi Føroya varð bókin eisini viðgjørd. Tann viðgerðin skapti meiri kjak. Millum annað fanst fyrrverandi mentamálaráðharrin, Tórbjørn Jacobsen, at Kringvarpinum fyri at hava fýra fólk í útvarpsstovuni at umrøða bókina - sum eingin av teimum fýra hevði lisið.
Fólkini, ið tosaðu um bókina, tey ikki høvdu lisið, vóru verturin, Rúni Jákupsson, og panelluttakararnir, Maud Wang Hansen, fyrrverandi formaður í Pedagogfelagnum, Eiler Fagraklett, fyrrverandi nevndalimur í LGBT og Napolion Magnussen, fyrrverandi borgarstjóri í Vágum.
Rúni Jákupsson, útvarpsvertur:
"Hava tit lisið hesa nógv umrøddu bókina?"
Maud Wang Hansen: "Nei."
Napolion Magnussen: "Nei."
Eiler Fagraklett: "Eg hava skimmað í hana, ja."[7]
Um hesa morgunsendingina skrivaði Tórbjørn Jacobsen, fyrrverandi landsstýrismaður í mentamálum, á sínum Facebook-vanga:
"Óvanliga skilagott stig, hesin nýggi bókatátturin hjá útvarpinum. Serliga væl dámar mær uppkastið til táttin, sum snýr seg um nakað so óvanligt, at ongin í studioklivanum skal hava lisið bókina, sum verður greinað og umrødd. Í morgun vóru fólk komin algoysandi úr Nólsoy, Miðvági og Kollafirði at hitta tveir vertir, og skuldu hesi í felag geva 54.000 føroyingum eina fatan av tærinum í bókini, Saga JAM, sum Høgni Mohr hevur skrivað.
Ongin av gestunum hevði lisið bókina. Eiler hevði skimmað hana ígjøgnum, t.v.s., at hann hevði heldur ikki lisið hana, og tað ringasta av øllum var, at vertirnir heldur ikki høvdu lisið hana. Er hetta ein public service-uppgáva; at fólk sita og tosa um okkurt, sum tey sambært sær sjálvum als onki vita um? Ella er hetta bara ein hevndaratsókn ímóti rithøvundinum, sum ikki hevur verið mjúkur at strúka, tá ið hann hevur umrøtt sítt gamla arbeiðspláss (KvF) í ymsum ritum?
Sjálvur havi eg lisið bókina og kenni meg als ikki aftur í umrøðuni í hesum nýggja tvætli-táttinum hjá útvarpinum í morgun."
Fyrrverandi mentamálaráðharrin ummælti bókina sjálvur og gav henni fimm stjørnur av seks møguligum - ta seinastu stjørnuna "misti" bókin, tí hon sambært Torbirni Jacobsen hevði ov nógvar illbønir.
Tórbjørn Jacobsen skrivaði millum annað:
"Bókin gongur nær í støðum. Vit fáa at vita, hvat ið gongur fyri seg undir og oman á dýnum og um menn, sum koyra við stívari kenning og tilsvarandi standingi – stundandi eftir at fáa brúkt greyurnar. Hetta er kanska ikki so nýtt fyri tey flestu, – tað er nú einaferð so, at er mann eitt vanligt menniskja, kann tað koma órógv á kynsgøgnini so av og á, men í hesum førinum skal hetta kanska til fyri at gera søgugongdina meira spennandi hjá lesaranum. Onkuntíð spyr mann seg sjálvan, um bókin ikki er ein samantvinning av lívinum hjá fleiri persónum, og kanska høvundurin fyri ein part er ein av leikarunum í onkrari av teimum saftigu scenunum sjálvur."[8]
Kendi skemtarin, fólkatingsmaðurin og hagfrøðingurin, Sjúrður Skaale, ummælti eisini Saga JAM. Sjúrður Skaale gav bókini framúr góð skoðsmál. Sjúrður Skaale skrivar millum annað:
"So hvat ólukkan skulu vit gera við hesa bókina? Hendan svullin av ærligheit, sum Høgni Mohr brestir í gronina á okkum?
Og hvat ólukkan skulu vit gera við Høgna Mohr? Henda kamikaze-pilotin, sum enn einaferð hevur sprongt seg inn í okkara komfort-zone og sjálvboðin lagt seg á slatursins offurbonk?
Eg veit ikki. Tað veit Gud, eg veit ikki.
Men sjálvur kann eg, ið hvussu er, læna ein setning frá Jan-Allani og siga við hann:
”Tú ert altíð einsamallur. Vinurin.”"[9]
Saga Jam gjørdist ein bestseljari. Á sølulistunum í stóru bókhandlunum í Føroyum, H.N. Jacobsen og Rit & Rák, gjørdist Saga JAM nummar tvey.
Stjórin í Rit & Rák segði millum annað:
"Mest selda bókin í 2022 var syrgiliga ævisøgan hjá Leivi Hansen um Deanu, sum hvarv í Grønlandi í 1966. Á øðrum plássi er nógv umrødda æviskaldsøgan, Saga JAM, eftir Høgna Mohr. Og á triðja plássi liggur føroyski krimikongurin, Jógvan Isaksen, við bókini, Halgigripaskrínið."[10]
Hóast Saga JAM var bestseljari og fekk nógv og góð ummæli, var Høgni Mohr ikki við á árligu bókamessuni í Norðurlandahúsinum tveir mánaðir aftan á útgávuna.[11]
Skrivað
rættaMohr, Høgni (2006) Ali babba: og 49 aðrar blaðgreinir, Øgiliga egið forlag, 297 síður. ISBN 9789991880501.
Mohr, Høgni (2010) Tá deyðin verður avdúkaður, Øgiliga egið forlag, 96 síður. ISBN 9789991880518.
Mohr, Høgni (2017) Fractura nasi, Øgiliga egið forlag, 250 síður. ISBN 9789991880525. Kirsten Brix týtt bókina til danskt 2019. Danskt heiti: Rejse for livet. Forlag, Amanda Books. Seld til filmframleiðslu í 2018.
Mohr, Høgni (2018) Slepp tær til heiti fani. Øgiliga egið forlag. ISBN 9789991880525
Mohr, Høgni (2019) mær dámar ikki høgna hoydal, Øgiliga egið forlag. ISBN 9789991880549
Mohr, Høgni (2020) Tað tómliga tolsemi, Øgiliga egið forlag. ISBN 9789991880556
Mohr, Høgni (2021) Grøðandi greinir, Øgiliga egið forlag. ISBN 9789991880563
Mohr, Høgni (2022) Saga JAM, Øgiliga egið forlag. ISBN 9789991880570
Mohr, Høgni (2022) Handrit til film um føroyska rossið: Hvør skal nú pløga jørðina grøna
Týtt og ritstjórnað
rætta- 2006 - Askur og Embla (týtt), Bókadeild Føroya lærarafelags, 204 síður
- 2013 - Sannleikin um ástarævintýrið (týtt og ritstjórnað), Øgiliga egið forlag, 35 síður [2]
Sjónvarp og útvarp
rætta- 2013 - Summarsál (heimildarfilmsrøð), 6 partar, leikstjóri
- 2014 - Fall for ewe (stuttfilmur), skapari
- 2014 - Fat birds are easy prey: Fulmar hunting in the Faroe Islands (heimildarfilmur), vertur
- 2019 - Gamli maðurin og vatnið (útvarpsrøð), 4 partar, framleiðari
- 2021 - 111 góðir dagar (filmur), leikari
- 2022 - Starin í stovuni (heimildarfilmur), leikstjóri og framleiðari
Virðislønir
rætta- 2012 – 6-mánaðar starvsløn frá Mentanargrunni Landsins
- 2014 – Tilnevning til Geytan fyri stuttfilmin "Fall for eve"
- 2019 – 6-mánaðar starvsløn frá Mentanargrunni Landsins
- 2019 - Stipendium frá álendsku mentanarnevndini við listauppihaldi í Storby.
Keldur
rætta- ↑ Mohr, Høgni. "Rithøvundar". www.snar.fo. https://snar.fo/rithøvundar/m/mohr-hoegni/.[deyð leinkja]
- ↑ "Sannleikin um ástarævintýrið". https://rit.fo/?id=news&news=21201.