Gwynedd
Gwynedd (walisiskt: Gwynedd) er ein landslutur (county) í útnyrðingshorninum av Wales. Fyrisitingarliga økið varð stovnað í 1974. Navnið av økinum kemur frá tí søguliga landslutinum við sama navni. Høvuðssætið við skrivstovunum hjá Gwynedd Council er í Caernarfon.
Meginparturin av fólkinum í Gwynedd er av keltiskum uppruna, og tí tosa tey walisiskt, eitt keltiskt mál, ið er nær skylt við bretonskt. Í 2011 dugdu tveir triðingar av fólkinum í Gwynedd at tosa walisiskt.[1]
Størstu býir í Gwynedd eru Bangor, Caernarfon, Llanddeiniolen, Ffestiniog, Bethesda, Porthmadog og Llanllyfni.
Hægsta fjallið í Wales liggur í Gwynedd. Tað eitur Snowdon (walisiskt: Yr Wyddfa) og er 1.085 metrar høgt. Fjallið liggur í tjóðargarðinum Snowdonia National Park (walisiskt: Parc Cenedlaethol Eryri).
Myndir
rætta-
Tremadog bay
-
Snowdonia
-
Caernarfon
-
High Street í Bangor
-
Llanddeiniolen
-
Porthmadog
Hygg eisini at
rættaSlóðir úteftir
rætta- Gwynedd Council, gwynedd.llyw.cymru
Keldur
rætta- ↑ Welsh Language & Culture, gwynedd.llyw.cymru