Guy de Maupassant (1850 - 1893) var ein franskur høvundur og yrkjari sum skrivaði fleiri enn 300 stuttsøgur. Hann verður sagdur at hava skrivað bestu stuttsøgurnar á fronskum yvirhøvur. Tær eru lutligar, málsliga fullkomiligar og speiskar. Tær flestu eru sera stuttar og snúgva seg um gerandishendingar, men eru tó sálarfrøðiliga gløggar og lata nógv vera ósagt.

Guy de Maupassant

Ein beiggi hansara gjørdist svakur, og Guy hjálpti til við at fáa hann innlagdan; í hurðini vendi beiggin sær á og segði við Guy: "Tað eri ikki eg, sum eri tann svaki í okkara familju - tað er tú!" Maupassant fekk syfilis, tá hann var ungur, og seinni í lívinum varð hann innlagdur á sinnissjúkrahús, har hann doyði. "Horlin" er kendasta stuttsøga Maupassants - hon er um ein, sum blívur svakur - og hon varð skrivað áðrenn hann visti av, at hann hevði hesa serligu kynssjúku.

Tvær av søgum hansara hevur Jakob Jakobsen, doktari, týtt til føroyskt sum bókmentaliga roynd við ljóðfrøðiligu stavseting síni frá 1889. Tær eru "Á Hävenun" og "Tvair vinir", báðar givnar út í 1891 í lítlu bókini: Tvär smásøvur av Guy de Maupassant, sættar út uppá førist. Tórshavn 1891. (Bókagarður, Emil Thomsen, 1977)


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið