Gustav V av Svøríki

Gustav V (Oscar Gustaf Adolf Bernadotte; føddur 16. juni 1858, deyður 29. oktober 1950) var kongur Svøríkis frá 8. desember 1907 til deyða sín í 1950.

Gustav V (1858-1950)

Gustav V var tann fimti kongurin av Bernadotte-ættini. Hann var sonur Oscar II kong og Sofiu drotning. Núverandi kongurin í Svøríki, Carl XVI Gustav, er langabbasonur Gustav V.

Gustav V var giftur við Viktoriu av Baden (1862-1930). Tey áttu trý børn, Gustav VI Adolf av Svøríki, Erik og Wilhelm.

Kongurin hevði sitið á svensku trúnuni í næstan 43 ár; eitt metlangt tíðarskeið, tí bert tveir aðrir svenskir kongar hava sitið longri enn hann, Magnus Eriksson í 44 ár frá 1319 til 1364 og sitandi kongurin, Carl XVI Gustav, ið tók við trónuni fyri 47 árum síðan, í 1973.

Ávísingar úteftir rætta