Gunnar Zachariasen (føddur 22. januar 1992 - deyður 25. september 2014) var ein føroyskur fótbóltsleikari, miðvallari, sum spældi fyri EB/Streym í 2013-14 og fyri U21 landsliðið hjá Føroyum. Áður spældi hann við U19 landsliðnum hjá Føroyum.

Gunnar Zachariasen í 2012.

Lívsleið innan fótbólt

rætta

Landsliðsmál fyri U21 landsliðið

rætta

Hin 7. juni 2013 spældi Gunnar landsdyst fyri U21 landsliðið hjá Føroyum móti Rumenia. Hann skoraði mál fyri Føroyar eftir 29 minuttir.

Fótbóltsfeløg

rætta

Andaðist í arbeiðsvanlukku

rætta

Gunnar Zachariasen arbeiddi í lastini umborð á einum grønlendskum skipi, sum var fyrrverandi Skálaberg. Har hendi ein arbeiðsvanlukka undir lossing. Teir høvdu hálað ein platt fullan av frystum fiski heilt upp úr lastini, tá platturin knappliga brotnaði, og eskjurnar raplaðu niður í lastina aftur. Gunnar stóð beint undir plattinum og fekk eskjurnar omanyvir seg.[1] Hann doyði á staðnum.[2]

Keldur

rætta
  1. "in.fo - 22 ára gamal doyði av arbeiðsvanlukku". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-09-28. https://web.archive.org/web/20140928203821/http://www.in.fo/news-detail/news/22-ara-gamal-doydi-av-arbeidsvanlukku/. Heintað 2014-09-25. 
  2. "Aktuelt.fo - Vit hava mist okkara besta leikara". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-09-27. https://web.archive.org/web/20140927021348/http://aktuelt.fo/vit+hava+mist+okkara+besta+leikara.html. Heintað 2014-09-25. 

Slóðir

rætta