Gulur vakshattur (frøðiheiti - Hygrocybe chlorophana) er vanligasti vakshatturin í Føroyum. Hatturin er úr 2 upp í 7 cm breiður, og soppurin er gulur, allur sum hann er. Bæði hattur og leggur eru turrir og slættir uttan. Eins og næstan allir hinir vakshattarnir heldur hann serliga til niðan fyri 400 metra hædd. Uppi millum fjalla er í hansara stað bleikgulur vakshattur (latín Hygrocype citrinopallida), sum er minni og breiðkúputur við djúpt niðurrendum flíggi.

Hybrocybe chlorophana

Sí eisini rætta

Kelda rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið