Gullkálvurin er sambært Bíbliuni ein skurðgudarkálvur av gulli, ísraelsfólk skapaði í oyðimørkini og byrjaði at dyrka, tí tað ótólnaðist meðan Móses var burturstaddur í Sinai. Tá ið Móses kom aftur av fjallinum og sá skurðgudin, oyðilegði Móses hann. Í eysturlendskari mentan var vanligt at dyrka tarvar tá í tíðini, og til dømis merkir bíbliska navnið Lea kúgv.

Ísraelsfólk dyrkar gullkávin

Sangurin "Gullkálvsvalsurin" eftir Kára P. brúkar gullkálvin sum myndamál og m.a. er niðurlagið "Vit dansa um gullkálvin dag eftir dag", sum kann tulkast sum at tilbiðja ríkidømi sum ein gud.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið