Guantánamo fangalegan
Uppskot er sett fram um at hendan greinin verður flætta saman við [[::Guantánamo|Guantánamo]]. (Kjak) |
Guantánamo Fangalegan er eitt amerikanskt hernaðarfongsul á landsynningshorninum á Kuba. Tað liggur við ein flógva, ið hevur eina flotastøð ”Guantánamo Bay Naval Base”. Fangalegan er bygd av amerikonsku fyritøkuni “Halliburton” og kostaði 30 mió. US$ (umleið 180 mió. DKK krónur í 2005 kursi). Orsøkin til, at fangalegan er staðsett í Kuba er, at fangalegan harvið er uttanfyri amerikanska lóggávu. Fangalegan verður stýrd av amerikonsku verjuni. Hon læt upp 11. januar 2002 undir stýrinum hjá George W. Bush. Samanlagt hava 779 fangar verið á Guantánamo. Av teimum doyði 8, 6 gjørdu enda av sær sjálvum og 2 doyðu av natúrligum orsøkum. Yngsti fangin var 14 ár, tá amerikanskir hermenn tóku hann. Allir fangarnir eru útlendskir ríkisborgarar, burtursæð frá tí eina. Í dag eru 171 fangar eftir (desember 2011), og teir hava ikki fingið greiðu á, um tey nakrantíð koma út aftur.
Guantánamo fangalegan hevur ein serligan leiklut. Talan er um fangar, ið verða roknaðir at vera ein hóttan ímóti USA og altjóða trygd. Meirilutin av fanganum eru undir illgruna at hava framt yvirgang í samband við álopið móti USA 11. september í 2001. (9/11) Teir flestu sita inni uttan rættargongd ella prógv fyri, at teir eru sekir. Tað vil siga, at tosað er um fangar, ið einans eru undir illgruna at hava framt yvirgang. Teir kunnu ikki dømast orsakað av væntandi próvgrundum ella av ófullfíggjaðum avhoyringum. Fangarnar á fangaleguna kallast “fíggindaligar stríðsmenn”, og tí heldur amerikanska kongressin fast við, at altjóða lóggáva um krígsfangar ikki er í gildi í fangatippinum. Tað eru ymisk feløg, so sum Reyða Kross ósamd í, og halda hetta er ein brotsgerð, tí man kann ikki bara geva fangarnar eitt nýtt heiti. Teir hoyra framvegis undir lóggávuna um krígsfangar.
Amerikanska stjórnin hevur fingið mótmælir úr øllum heimin, serliga frá mannarættindafeløgum, sum til dømis Amnesty International. Mótmælt verður mest móti píning og deyðarevsing, bæði uttan rættargongd. Píning verður framd í fongslinum sambært loyniligum skipanum hjá CIA. Tey hava nýtt pínsluháttar, sum til dømis “Waterboarding”. Tað er tó ógreitt, um pínslu enn verður nýtt á Guántanamo. Nakrir av teimum fangunum, ið eru eftir, hava verið píndir. Tað er prógvað, at fimm av fanganum á Guantánamo hava fingið deyðarevsing.
Í valstríðnum í 2009 lovaði forsetin Barack Obama at lata Guantánamo-fangaleguna aftur. Hann skeyt upp, at allar fangarnir skulu koma fyri sivilar dómstólar í USA. Hann gav boð um, at øll 21 mál móti fangum á leguni skuldi steðgast innan 120 dagar. Obama skrivaði undir fráboðanina í Hvíta húsinum.
11. januar 2011 hevði Guantánamo fangalegan 10 ára fagnaðarhátíð. Tað gav høvi til, at Amnesty International skipaði fyri eina undirskriftsinnsavning, har 165.000 undirskriftir kravdu at Guantánamo skuldi latast aftur.
Obama lovaði, at steingja fangaleguna eftir eitt ár, men hann gekk frá orðum sínum. Í 2011 boðaði forsetin frá, at hann nú tvørturímóti ætlar at fáa sett í gildi eina skipan, sum ger tað møguligt at hava fangar sitandi í Guantánamo í óavmarkaða tíð. Samstundis hevur amerikanska stjórnin boðað frá, at hon fer at seta niður fleiri hernaðardómstólar - eisini á Guantánamo.