Grøn Balance bleiv grundlagt við tí sjónarmiðinum at vistfrøði og gerandisvørur uttan skaðilig evnir skulu vera fyri øll.

Grundarlag

rætta
Vistfrøðimerkið hjá ES

Grøn Balance er eitt danskt vørumerki, ið bjóðar gerandisvørur, eitt nú matvørur, reingerðarvørur og vørur til persónliga røkt. Matvørurnar eru allar vistfrøðiligar. Vørurnar til røkt og reingerð eru allar mentar í samstarvi við Astma-Allergi Danmark og hava Svanamerkið ella tað grøna vistfrøðimerkið hjá ES Archived 2022-09-03 at the Wayback Machine.

Seinasta málið er at bjóða so nógv veganskar vørur sum gjørligt.

Grøn Balance í Føroyum

rætta
Tað skal vera lættari at liva grønt í Føroyum. Grøn Balance er eitt danskt vørumerki, ið fæst við at gera gerandisvørur grønari, eitt nú matvørur, reingerðarvørur og vørur til persónliga røkt.

Tað hevur leingi verið ynski hjá føroyingum at hava fleiri gerandisvørur uttan skaðilig evnir á hyllunum í Føroyum. Í 2018 byrjaði Grøn Balance eitt átak fyri at fáa fleiri vistfrøðiligar og svanamerktar vørur á hyllarnar í Føroyum til gerandiskostna.

Slóðir

rætta