Grátimúrurin (verður eisini nevnt Vesturmúrurin) í Jerúsalem er halgasti staður jødanna. Grátimúrurin liggur í eldra partinum í Jerúsalem, og er einasta leivdin ið er eftir frá templinum hjá jødunum, áðrenn templið varð lagt í oyði fyri skjótt 2000 árum síðan. Grátimúrurin er eitt av kendastu ferðamálum í Ísrael. Har savnast fólk at gráta um lagnu tempulsins. Av hesum hevur múrurin fingið navnið.

Grátimúrurin er leivdirnar av templi, sum Heródes bygdi fyri 2000 árum síðan.
Grátimúrurin


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið