Gordon Brown

James Gordon Brown (føddur 20. februar 1951 í Giffnock í Skotlandi) er ein bretskur politikari. Hann var forsætisráðharri í Stóra Bretlandi í tíðarskeiðinum frá juni í 2007 til mai í 2010.[1] Eftirmaður hjá Brown í embætinum sum forsætisráðharri gjørdist táverandi leiðari í Konservativa flokkinum, David Cameron.

GordonBrown

Brown var eisini formaður í bretska Arbeiðaraflokkinum (Labour Party) til mai 2010.[2]

Ávísingar úteftirEdit

Sí miðlasavnið


KeldurEdit

  1. Past Prime Ministers - Gordon Brown, gov.uk
  2. Gordon Brown træder tilbage – TV 2 Nyhederne