Giordano Bruno (føddur og doyptur undir navninum Filippo Bruno í januar mánaði 1548 í Nola nær við Napoli í Suðuritalia, deyður 17. februar 1600 í Róm) var italskur heimspekingur, stjørnfrøðingur og prestur.

Standmyndin av Giordano (Filippo) Bruno, 1548-1600 á Campo de' Fiori í Róm.

Hann helt fast um, at tíðin og alheimurin eru óendanlig og at okkara sólskipan er bara ein av óendaliga nógvum sólskipanum.

Giordano Bruno varð handtikin 22. mai 1592 í Venesia. Í næstan átta ár varð hann avhoyrdur og píndur. Loksins varð hann dømdur til deyða og brendur á báli hin 17. februar 1600 á Campo de' Fiori í Róm.[1]

Giordano Bruno var fyrsti heimspekingurin, ið skrivaði á italskum.

Útgávur (úrval) rætta

  • De umbris idearum (Paris 1582)
  • Ars memoriae (Paris 1582)
  • Candelaio (Paris 1582)
  • Sigillus sigillorum (London 1583)
  • La cena de le ceneri (London 1584)
  • De l’infinito, universo e mondi (London 1584)
  • De la causa, principio e uno (London 1584)
  • Lampas triginta statuarum (Wittenberg 1587)
  • Oratio valedictoria (Wittenberg 1588)
  • De rerum principiis et elementis et causis (Helmstedt 1590)
  • De monade numero et figura (Frankfurt 1591)
  • Il triplici minimo et la misura ad trium speculativarum scientiarum et multarum activarum (Frankfurt 1591)
  • De Immenso et Innumerabilibus Liber I–VI (Frankfurt 1591)[2]

Slóðir úteftir rætta

Keldur rætta

  1. Galileo Galilei, ein fyriboðan um nýtt tíðarhvarv í vísindunum, snar.fo
  2. Bibliographical Note[deyð leinkja], brill.com