Ghm
GHM er eitt føroyskt harmoniorkestur. GHM ið merkir "Georg Hansens Minni", var stovnað 14. mars 1922. Felagið fekk navnið eftir Georg Hansen bakara, ið slóðaði fyri øllum tónleikarlívi í Føroyum. Tað vóru næmingar hjá Bakara Hansen, sum tá framvegis livdi, ið stovnsettu orkestrið. Teir vildu, at orkestrið skuldi vera honum, sum teir skýrdu "Faðir tónleikin í Føroyum", ein livandi minnisvari.
Virksemið hjá GHM hevur verið misjavnt gjøgnum árini, men eftir eina endurreistn í 1950 hevur gingið meira støðugt. Harmoniorkestrið G.H.M. var í 1950’unum og 1960’unum kent fyri sín tónleik á útferðum, konsertum og serliga spæli til gamlar dansir bæði í Havn og úti á bygd.
Mitt í 70’unum kom ein bresktur venjari til Føroyar, nevndur Hugh Watkins. Hann var í fyrstuni tónleikaralærari í Klaksvík, men seinni kom hann suður til Havnar. Hann setti nógv ung í gongd at spæla uppá ymisk blásiljóðføri, og innan stutta tíð vaks orkestrið úr 18 til 38 spælarar og sum nakað nýtt, komu 3 konufólk við í orkestrið tann 13. sep. 1976.
Orkestrið er nógv broytt gjøgnum tíðirnar. Í fyrstani var GHM eitt lítið orkestur manna við tilkomnum havnamonnum, men fram til 2005 var GHM eitt orkestur við uml. 25-30 spælarum, bæði konufólk og mannfólk, og flest ungir spælarar.
Á vári 2005 vóru GHM og Tórshavnar UngdómsHarmiorkestur samanløgd og eftir samanleggingina, taldi GHM 70-80 spælarar.
Heimasíðan hjá GHM er https://www.ghm.fo