Georgios Papandreou
Georgios Papandreou (føddur 13. februar 1888 í Kalentzi - doyði 1. november 1968 í Athen) var ein grikskur politikari. Hann var forsætisráðharri frá 1944 til 1945 og aftur frá 1963 til 1965, tá Kong Konstantin setti hann frá. Hernaðarjuntaðin setti Papandreou í húsavarðhald, har hann sat til hann doyði í 1968. Sonur hansara, Andreas Papandreou, og abbasonur hansara Giorgos Andrea Papandreou hava eisini verið forsætisráðharrar í Grikkalandi.
Papandreou var varaforseti 1950–1952 í stjórnunum hjá Nikolaos Plastiras and Sofoklis Venizelos. Hann var eisini ráðharri fleiri ferðir í sínum longu politisku lívsleið, sum vardi í fimm áratíggju, byrjaði í 1923. Hann var sosialis, men samstundis antikommunist. Hann var eisini ímóti kongaveldinum. Hann stuðlaði tí liberala Eleftherios Venizelos, sum útnevndi Papandreou til guvernør av Khios eftir Balkankríggið í 1912. Tvær ferðir bleiv hann giftur. Fyrra kona hansara var Sofia Mineyko, sum var úr Póllandi, sonur teirra Andreas Papandreou varð føddur á Khios í 1919. Seinna kona hansara var sjónleikarinnan Cybele Andrianou. Tey fingu sonin Georgios G. Papandreou.
Hygg eisini at
rætta