George Clooney

Amerikanskur sjónleikari og leikstjóri

George Timothy Clooney (føddur 6. mai 1961 í Lexington) er ein amerikanskur sjónleikari, leikrithøvundur, framleiðari, leikstjóri og aktivistur. Hann hevur vunnið tríggjar Golden Globe-virðislønir fyri sítt arbeiði sum sjónleikari og tvær Oscar-virðislønir, eina fyri at spæla og eina fyri at framleiða.

George Clooney
er eitt menniskja
Fødd(ur) 6. mai 1961 í/á Lexington
Alma mater University of Cincinnati, Northern Kentucky University, Augusta High School, Beverly Hills Playhouse
Starv filmframleiðari, sjónvarpsleikari, filmsleikari, filmsleikstjóri, filmsrithøvundur, høvundur, raddaleikari, sjónleikari, manufacturer, director, producer
Politiskur flokkur Demokratiski Flokkurin
Trúgv agnosticism
Børn Alexander Clooney, Ella Clooney
Foreldur faðir Nick Clooney
Mál Enskt mál
Dátuheiti
ISNI 0000000120992893
VIAF 14928451
LCAuth no96040669
IMDB nm0000123
Commons George Clooney

Clooney spældi fyri fyrstu ferð sum sjónleikari í sjónvarpinum í 1978, og seinni gjørdist hann kendur víða um fyri sín leiklut sum Dr. Doug Ross í tí longu lækna-sjónvarpsdramarøðini ER frá 1994 til 1999, sum hann móttók tvær tilnevningar til Emmy-virðislønina. Meðan hann arbeiddi í sjónvarpsrøðini ER, byrjaði hann at fáa fleiri tilboð um høvuðsleiklutir í filmum, eitt nú í Batman & Robin (1997) og Out of Sight (1998), har hann arbeiddi saman við samstarvsfelaga sínum gjøgnum langa tíð, Steven Soderbergh. Í 1999 spældi Clooney høvuðsleiklutin í Three Kings, ið var ein vælmóttikin satira ið fór fram undir Golf-krígnum.

Hann hevur leikstjórnað filmarnir Good Night, and Good Luck (2005), Leatherheads (2008), The Ides of March (2011), og The Monuments Men (2014).

Filmar í úrvali

rætta

Keldur

rætta


 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið