Gary Leonard Oldman, føddur 21. mars 1958, er ein bretskur sjónleikari, leikstjóri og tónleikari. Hann hevur spælt við nógvum filmum, eitt nú hevur hann spælt leiklutin sum Sid Vicious í Sid and Nancy, Joe Orton í Prick Up Your Ears, Lee Harvey Oswald í JFK, Dracula í Drakula filminum hjá Bram Stoker frá 1992, Drexl Spivey í True Romance, Norman Stansfield í Léon: The Professional, Ludwig van Beethoven í Immortal Beloved, Sirius Black í Harry Potter filmsrøðini, James Gordon í Batman filmsrøðini hjá Christopher Nolan og sum George Smiley í Tinker Tailor Soldier Spy.

Gary Oldman (2011)


Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið