Gaeltacht
Gaeltacht (ft. Gaeltachtai) eru øki í Írlandi har írskt gæliskt framvegis verður tosað. Tey hava eina serskipan, t.d. viðv. partafelagsskatti, fyri at varðveita arbeiðspláss í økjunum og harvið steðga fráflyting, so at málið kann varðveitast.
Hetta hevur í summun førum havt øvugta ávirkan, tí at írar ið bara duga enskt, hava stundum flutt til Gaeltacht fyri at fáa arbeiði, og harvið hevur talið av teim ið ikki duga írskt í økinum, vaksið í mun til tey ið tosa írska málið dagligt.