Í støddfrøði er frummongd allir lutir el. tøl, sum ein funksjón virkar á eftir x-ásini, meðan samsvarandi virðismongdin er øll funksjónsvirði eftir y-ásini í einari krossskipan. Frummongd er so statt øll x-virði sum ganga inn í funksjónina, sum hava síni samsvarandi y-virði, ið eru liðir í virðismongdini av somu funksjón f, skrivað Vm(f). Funktsjónarinnar f frummongd verður skrivað Fm(f).