Frida Zachariassen

føroyskur listamálari

Frida Zachariassen (fødd í Klaksvík 24. september 1912, deyð 1992) var ein føroysk listakvinna og rithøvundur. Ellivu ára gomul fór hon til Havnar at ganga í skúla og tók millumskúlaprógv har. Hon fór so niður til Danmarkar, var í húsplássi í seks ár, tók handilsskúlaprógv og gekk eisini á skeið í málningalist. Í sjey mánaðir var hon í Newcastle og lærdi seg enskt mál, var so í eitt ár í húsplássi í London, kom heim aftur stutt undan krígnum og fór so at arbeiða á skrivstovu í Klaksvík. Hon hevur gjørt vart við seg sum listakvinna bæði innan myndlist og bókmentir. Í 2011 gav Posta út føroysk frímerki við málningum hjá Fridu sum motivi. Frida málaði nógv, hon hevði sín egna stíl. Hon málaði mest í 1950'unum og 1960'unum.[1]

Í 1978 læt hon úr hondum barnabókina "Tá ið Jón vaks upp 20-30 árini", í samband við altjóða barnaárið 1979 gav hon út "Barnaár 1979", sama ár kom "Brún og brá", og í sambandi við Norðurlendska málárið 1980-1981 gav hon undir heitinum "Strev í málrøkt" út greinasavn við viðmerkingum til føroyskt mál, mállæru og málrøkt.

Keldur

rætta
  1. Stamps.fo