Fransaterna (frøðiheiti - Chroicocephalus ridibundus, Larus ridibundus) er væl minni enn rita. Á liti líkist hon ternu, hevur bleika grábláa kápu, svart høvd, reytt nev og reyðar føtur. Bringan hevur ofta ein káman reydligan dám. Hon eigur víða um í Europa. Í Føroyum sæst nakað til hennara um summarið, men sjáldan verpur hon; tó vita menn hana hava átt í øllum teimum størru oyggjunum. Reiðrið ger hon sær á lodnum fløtum, stundum tætt við ternureiður. — Eggini eru 3, tey kennast frá ternueggjum, tí tey eru nógv størri. Dúnungin er reyðgráur við svørtum blettum. Ungfuglurin er morflekkutur á bakinum, gulgráur uppi á høvdinum. — Eisini um veturin hendir tað at síggja hana. Tá hevur hon hvítt høvd við einum dimmum bletti við eygað og einum øðrum við oyrað.[1]

Fransaterna


Støða

Minst stúrin
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Aves
Hópur: Charadriiformes
Ætt: Laridae
Slekt: Chroicocephalus
Slag: Ch. ridibundus
Chroicocephalus ridibundus
  1. Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

Sí eisini

rætta


 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið