Frælsur felagsskapur
Frælsur felagsskapur er ein skipan, har miðveldið í orðsending boðar ST frá, at ein ávísur ríkislutur ella land undir yvirræði tess frameftir verður í frælsum felagsskapi við miðveldið. Vanliga eru uttanríkismál og verjumál felags í tílíkum felagsskapi og liggja tey í høvuðsheitum hjá miðveldinum. Frælsur felagsskapur verður vanliga skipaður við sáttmála millum tilknýtta landið og miðveldið, har myndugleikabýtið teirra millum er ásett. Í sáttmálanum er eisini áseting um, at tað tilknýtta landið hevur rætt at fara burturúr felagsskapinum og stovnseta egið fullveldisríki.